Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ stríðast fyri at røkka áttanda plássinum í bestu donsku hondbóltsdeildini, og harvið møguleikan at spæla í ovara endaspælinum.
Fyrr í dag tapti HØJ á útivølli 26-30 fyri Sønderjyske. Í fyrra hálvleiki haltaði illa hjá HØJ, og í steðginum var heimaliðið á odda 17-11. Marita var noterað fyri eitt mál.
HØJ er nummar 11 í deildini við 10 stigum. HØJ hevur trý stig upp til Sønderjyske, ið er á gylta áttanda plássinum við 13 stigum. Tí kom ósigurin í dag eyka illa við.
Komandi leygardag klokkan 14 spælir HØJ dyst á heimavølli móti Bjerringbro.











