Føroyingauppgerð var í dag í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Í Fælled-høllini í Skanderborg tóku Súna K. Hansen og liðfelagarnir móti liðnum hjá Maritu Mortensen, HØJ.
HØJ vann dystin 28-26. Í steðginum vóru Marita og liðfelagarnir á odda 15-14.
Súna skoraði trý mál upp á seks málroyndir. Hon legði upp til heili seks mál (assist), og hon vann eisini liðnum tvey brotskøst. Súna var sambært hagtølunum mest effektivi leikarin hjá Skanderborg, og har hava hennara assist gjørt góðan mun. Marita skoraði tvey mál upp á seks málroyndir. Hon legði upp til eitt mál, og hon vann liðnum eitt brotskast.
HØJ er nummar níggju í deildini við 17 stigum. Tær eru bert eitt stig frá áttanda plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið.
Skanderborg er næstaftast í deildini við 11 stigum. Tær eru lukkutíð fýra stig frammanfyri aftasta liðið, Bjerringbro, ið hevur sjey stig. Tí er sannlíkt at Skanderborg fer at spæla dystir í niðara endaspælinum.











