Marius Borg Høi­by góð­tek­ur varð­halds­fongsl­ing

Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, hevur avgjørt ikki at kæra avgerðina um framhaldandi varðhaldsfongsling.

Marius Borg Høiby hevur góðtikið at verða sitandi í varðhaldi til í minsta lagi 13. juli, meðan hann bíðar eftir, at kæran um fýra ára fongsulsdómin verður viðgjørd. (Savnsmynd: Håkon Mosvold Larsen/Ritzau Scanpix)

Tað upplýsir verjin hjá honum, Petar Sekulic, fyri norska blaðnum Aftenposten.

 

– Hann fer ikki at kæra seinastu avgerðina um varðhaldsfongsling, sigur advokaturin sambært blaðnum.

 

Marius Borg Høiby varð herfyri dømdur fýra ára fongsulsrevsing fyri millum annað tvær neyðtøkur, harðskap og fleiri onnur harðskapsbrot.

 

Hann noktar seg sekan og hevur kært dómin. Samstundis bað hann um at sleppa úr varðhaldi við vísing til heilsustøðuna hjá mammu síni, krúnprinsessuni Mette-Marit. Tann umbønin varð tó sýtt.

 

Dómstólurin metti, at vandi er fyri, at Marius Borg Høiby kann seta seg í samband við eitt av offrunum í málinum. Tískil skal hann fyribils sita í varðhaldi til 13. juli.

 

Sambært Aftenposten kann tað eftir tann dag verða aktuelt at linka treytirnar fyri varðhaldinum. Tað kann eitt nú verða gjørt við einari elektroniskari fótleinkju, sum tryggjar, at hann heldur tilhaldið og ikki setur seg í samband við viðkomandi.

 

Marius Borg Høiby hevur sitið í varðhaldi síðani 3. februar.

 

Krúnprinsessan Mette-Marit hevur í longri tíð verið sjúk av lungnafibrosu. Í síðstu viku upplýsti norska kongshúsið, at hon hevði fingið nýggj lungu við transplantatión. Hon er framvegis innløgd, meðan læknar fylgja við, hvussu kroppurin tekur ímóti nýggju lungunum.

 

Ritzau

 

 

 

Marius Borg Høiby hevur góðtikið at verða sitandi í varðhaldi til í minsta lagi 13. juli, meðan hann bíðar eftir, at kæran um fýra ára fongsulsdómin verður viðgjørd. (Savnsmynd: Håkon Mosvold Larsen/Ritzau Scanpix)