Tað hevur Oslo tingrættur avgjørt í dag, skrivar NRK.
Varðhaldsfongslingin hjá Høiby stóð til at ganga út í dag, men rætturin hevur nú longt hana við fýra vikum.
Sambært VG er tingrætturin samdur við ákæruvaldinum í, at framvegis er vandi fyri, at Høiby fer at bróta vitjunarforboðið móti fyrrverandi unnustu síni, kvinnuni, sum í norskum miðlum verður nevnd Frogner-kvinnan. Tí verður varðhaldið longt.
Í rættinum noktaði Høiby tó fyri, at slíkur vandi er.
– Eg havi ikki kært nakað, sum hevur við hennara mál at gera. Ikki tí eg eri samdur í øllum dóminum, men tí eg als ikki ynski at hava samband við hana ella sita í einum rættarsali og fara ígjøgnum alt einaferð aftrat, segði hann sambært VG.
Sambært VG skal Høiby sita hesar fýra vikurnar í varðhaldi við fótleinkju í Skaugum, almennu bústaðnum hjá norska krúnprinsaparinum.
Høiby, sum er sonur krúnprinsessu Mette-Marit, hevur góðtikið avgerðina.
– Hetta er ein loysn, hann fyribils kann liva við, segði verji hansara, Petar Sekulic, við VG.
Ákæruvaldið hevur tó kært avgerðina og heldur fast um, at Høiby eigur at vera sitandi í fongsli, inntil lagmannsrætturin hevur viðgjørt kæruna.
1. juni varð Marius Borg Høiby dømdur fýra ára fongsulsrevsing í Oslo tingrætti fyri millum annað tvær neyðtøkur. Hann hevur kært dómin fyri neyðtøkurnar og eitt ákærupunkt um harðskap í nærum sambondum.
Harumframt hevur Oslo tingrættur avgjørt, at Høiby skal rinda endurgjald til fleiri av teimum órættaðu kvinnunum.











