Marius DC á pall í Reykjavík í kvøld

Tíðindaskriv:

 

Kenda spælistaðið Iðnó mitt í Reykjavík leggur í kvøld pall til føroyska rapparan Marius DC. Hetta er partur av sera væl dámda tiltakinum SAMPL.SAMPL er ókeypis konsertrøð, har nøkur av bestu nýggjú íslendsku tónleikanøvnunum spæla konsert í allar bestu karmum.

Á Iceland Airwaves í ár spældi Marius DC eina minniliga konsert í júst Iðnó, og bleiv beinanvegin bókaður at luttaka á SAMPL. Har eisini íslendsku nøvnini Bjarni Daníel, DJ Flugvél & Geimskip og DJ Kollz fra á pall.

Dyrnar lata upp kl. 21 íslendska tíð.

Luttøkan hjá Marius DC er í samstarvi við Faroese Music Export.