Samstarvsavtala millum barnaverndartænastur

Tórshavnar býráð hevur nú samtykt at fáa eina samstarvsavtalu í lag við kommunurnar í Sandoynni og Skúvoyar kommunu um barnaverndartænastu

Sandoyar og Skúvoyar kommunur hava vent sær til Tórshavnar kommunu um at fáa eitt slíkt samstarv í lag.

 

Samstarvið merkir, at barnaverndartænastan fyri Sandoyar og Skúvoyar kommunur verður niðurløgd, og í staðin fáa tey ein lim í barnaverndarnevndina í Tórshavnar kommunu. Við hesum yvirtekur Tórshavnar kommuna alt virksemi í Sandoynni og Skúvoy, og hevur fulla ábyrgd av starvsfólkunum.

 

Verandi lóggáva heimilar ikki eina fulla ella formella samanlegging av barnaverndarøkjunum. Rættarliga grundarlagið loyvir einans samstarvi millum sjálvstøðug samstarvsøki, og tí er talan um samstarv og ikki samanlegging.

 

Við hesi samstarvsavtaluni er talan í roynd og veru um eitt tænastukeyp, har barnaverndartænastan í Sandoy og Skúvoy keypir barnaverndartænastur frá Tórshavnar kommunu.

 

Tórshavnar kommuna yvirtekur í hesum sambandi ta fakligu og umsitingarligu málsviðgerðina, meðan barnaverndartænastan í Sandoy og Skúvoy framhaldandi ber fíggjarligu ábyrgdina av málunum, sum hoyra undir teirra samstarvsøki.