Marius Borg Høiby hevur fingið loyvi at luttaka á fundi um álvarsligu sjúkuna hjá mammu síni, Mette-Marit. Mynd: Heiko Junge/Reuters.

Marius Høiby sleppur á fund um álvarsligu sjúkuna hjá Mette-Marit

Norski Marius Borg Høiby, sum situr í varðhaldi, hevur fingið loyvi at luttaka á einum fundi um álvarsligu lungnasjúkuna hjá mammu síni, krúnprinsessu Mette-Marit.

Marius Borg Høiby hevur fingið loyvi at luttaka á fundi um álvarsligu sjúkuna hjá mammu síni, Mette-Marit. Mynd: Heiko Junge/Reuters.

Tað upplýsir verjin hjá Høiby, Petar Sekulic, fyri norska miðlinum TV2.

 

Í fyrstu syftu hevði norska løgreglan sýtt fyri umbønini, men sambært verjanum hevur Kriminalomsorgin síðani funnið eina loysn, so Høiby kann luttaka á fundinum.

 

Fríggjadagin kom fram, at krúnprinsessan er sett á skundlista til lungatransplantatión.

 

Tað upplýsti norska kongshúsið í eini fráboðan frá serlækna á Rikshospitalinum í Oslo.

 

Sambært læknanum Are Holm er gongdin í sjúkuni álvarslig, og tí er krúnprinsessan nú sett á bíðilistan til transplantatión, so skjótt eitt hóskandi lunga verður tøkt.

 

Sjúkan, sum Mette-Marit stríðist við, er lungnafibrosa. Sambært norsku tíðindastovuni NTB verða sjúklingar vanliga ikki settir á hendan listan, fyrr enn mett verður, at væntaða livitíðin uttan transplantatión er eitt til tvey ár.

 

/Ritzau/

 

 

 

 

 

Marius Borg Høiby hevur fingið loyvi at luttaka á fundi um álvarsligu sjúkuna hjá mammu síni, Mette-Marit. Mynd: Heiko Junge/Reuters.