Marius Borg Høiby hevur søkt um loyvi at sita restina av síni varðhaldsfongsling við fótleinkju í einum húsi á bústaðnum Skaugum, har norska krúnprinshjúnini eisini búgva.
Tað váttar Rene Ibsen, ein av teimum trimum verjunum hjá Høiby, fyri norska miðlinum Nettavisen.
– Hann hevur ikki longur heimið í Frogner (distrikt í Oslo, red.) so vit máttu finna eina aðra loysn, hvar hann skuldi búgva. Húsið, sum hann hevði í Skaugum, er tómt, so tað var natúrligt, at hann kundi flyta aftur hagar, sigur Rene Ibsen við miðilin.
Tað er rætturin, sum skal taka støðu til, um Høiby kann sita sína varðhaldsfongsling í Skaugum í staðin fyri í fongsli.
Marius Borg Høiby er sonur norsku krúnprinsessuna, Mette-Marit.
Hann hevur verið skuldsettur fyri eina røð av álvarsligum brotsverkum, eitt nú fýra neyðtøkur og misnýtslu í tøttum sambondum. Hann hevur noktað seg sekan í álvarsligastu ákærunum.
Høiby hevur millum annað viðgingið at hava brotið forboð, koyrt og skjótt og tað, sum í norsku lógini kallast kropsligur skaði mótvegis einari av kvinnunum.
Hann hevur støðugt greitt frá, at hann hevði havt samtykt kynsligt samband við kvinnurnar áðrenn skuldsettu álopini. Hann hevur eisini sagt, at hann hevur ikki kynsligt samband við kvinnur, sum "ikki eru vaknar", hevur norski miðilin NRK áður skrivað.
Seinasti rættardagur í málinum var í mars. Dómurin kemur væntandi í juni.
Undir málinum, sum vardi í góðar seks vikur, hava ákæruvaldið lýst Marius Borg Høiby sum harðligan, náðileysan og øvundsjúkan. Umleið 70 vitni hava vitnað, og video- og ljóðupptøkur eru spældar.
Ákæruvaldið krevur, at Marius Borg Høiby verður dømdur sjey ár og sjey mánaðar fongsulsrevsing.
Umvent halda verjarnir hjá honum, at hann skal dømast eitt ár og seks mánaðir í fongsul.
Marius Borg Høiby varð handtikin fyrst í februar, beint áðrenn rættarmál hansara byrjaði.
Verjar hansara hava eftirfylgjandi roynt at fingið hann leyslatnan, men hetta hevur rætturin víst aftur.
/Ritzau/











