Marjus skulkar mest

Hevði Løgtingið verið ein skúlaflokkur, høvdu fleiri tingfólk verið koyrd úr skúlanum, og fleiri høvdu fingið ávaringar fyri ringa uppmøting. Les her hvussu illa tingfólkini skulka.

Tingið í tølumEr tað rætt, at ein løgtingsmaður ikki møtur til fjórða hvønn tingfund, men fær 100 prosent av lønini? Her er eitt yvirlit yvir, hvørji av teimum, vit valdu at stýra landinum, skulkaðu mest í hesum tingárininum


Rógvi Nybo


Nú leikurin av álvara nærkast hæddini handan politisku leiktjøldini á væl pussaðu gólvunum í Løgtinginum, og løgtingsmenn- og kvinnur rotta seg saman í bólkar fyri at gera av, hvør sleppur at velja ella vraka tey við næsta Løgtingsval, er hetta arbeiðsárið hjá Løgtinginum eisini við at vera runnið.

Seinasti tingfundur er – um Tingið ikki verður kallað til fundar longu aftur í næstu viku – í dag.

Men óansæð um Føroyar eftir tingfundin í dag, tá hetta blaðið er farið til prent, eru eitt, sjey ella fleiri valdømi, so broytir tað ikki tað, sum henda greinin snýr seg um – nevniliga hvussu væl og hvussu illa tingfólk møta upp, tá tingfundur er og framtíðin hjá Palleba og Marsannu skal avgerast.


Sum ein skúlaflokkur

Hetta tingárið hava verið 93 tingfundir.

Eins og tað í einum vanligum skúlaflokki altíð vil vera nakrir duksar, nøkur, sum ofta eru sjúk, og nøkur, sum altíð møta upp, er tað í Løgtinginum nøkur tingfólk, sum av álvara stinga burturúr mongdini, hvørt tað er fyri tað betra ella tað verra.


Marjus er ringast

Uppgerðin er gjørd soleiðis, at tingmenn verða taldir fyri fráveru, tá teir ikki møta á tingfundi og ikki hava biðið um farloyvi ella eru burturstaddir við onkrum av nevndunum, eitt nú uttanlandsnevndini.

Taka vit tingfólini hvør sær, eru tað tveir sambandsmenn, sum eru ringastir til at møta upp til løgtingsfundir. Og hvørgin av teimum situr á Fólkatingi.

Av 92 tingfundum, sum higartil eru skrásettir á heimasíðuni hjá Løgtinginum, hevur sambandstingmaðurin úr Vágum, Marjus Dam, forsømt 22.

Marjus Dam arbeiðir, umframt tingarbeiðið, eisini hálva tíð sum kommunulækni í Vágum.

- Eg royni at ansa tingarbeiðið og læknastarvið, men tað er onkuntíð at hetta kolliderar, er viðmerkingin frá toppskoraranum til nógvu fráveruna.

Hin sambandstingmaðurin úr Streymnesi, Magni Laksáfoss, liggur honum beint í hølunum við 20 tingfundum, sum hann ikki er møttur til.

Teir báðir fólkatingslimirnir, Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, sum báðir røkja bæði fólkatings- og løgtingssessin, eru eisini millum tey løgtingsfólk, sum hava nógva fráveru.

Meðan Høgni Hoydal hevur verið burturstaddur á 17 av teimum 92 taldu tingdunfunum, hevur Edmund Joensen verið burturstaddur á 15 av teimum 92 tingfundunum.

Eisini politiski formaðurin hjá Javnaðarflokkinum á tingi, John Johannesen, hevur javnan verið burturstaddur – 15 av 92 tingfundum.


Duksarnir av bygd

Eins og tað eru nakrir »syndarar« millum tingfólkini, eru eisini nøkur tingfólk, ið hava møtt upp á hvørjum einasta tingfundi, ella hava biðið farloyvi, tá teimum hevur borist undan at møta, og sostatt hava fingið kallað eykafólk inn fyri seg.

Ein stuttligur tendensur er at leggja merki til millum hesar tingmennirnar.

Teir eru seks tingmenn, sum hava møtt upp á hvørjum einasta fundi, og sostatt onga skrásetta fráveru hava. Teir eru Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum, Alfred Olsen og Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum, Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum og Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi.

Eitt, sum allir hesir hava til felags, at teir eru »bygdamenn«. Hartil eru helvtin av teimum úr Eysturoynni, um Tórbjørn Jacobsen also verður roknaður at búgva í Havn. Bjørn Kalsø býr í Klaksvík og Hans Pauli Strøm í Vestmanna. Sostatt er tað bert Tórbjørn Jacobsen, sum hevur bústað í Havn.


Tveittir á dyr

Hevði Løgtingið verið ein vanligur skúlaflokkur í einum av miðnámsskúlunum, høvdu fleiri ávaringar verið at býtt út, fleiri av tingfólkunum høvdu skulað upp í fullum pensum, og nakrir høvdu verið tveittir úr skúlanum upp á standandi fót.

Hevði Løgtingið verið ein skúlaflokkur, so høvdu Marjus Dam, Magni Laksáfoss, Edmund Joensen, Høgni Hoydal og John Johannesen verið tveittir úr skúlanum fyri fráveru.

Jákup Mikkelsen, Eyðgunn Samuelsen, Bergtóra Høgnadóttir Joensen og Sjúrður Skaale høvdu fingið fleiri ávaringar, og við einum lagaligum rektara høvdu hesi sloppið »við skrekkinum« og verið noydd at farið upp í fullum próvtøkupensum.

Síðani eru tað Anfinn Kallsberg, Poul Michelsen, Heðin Zachariasen, Bjarni Djurholm, Gerhard Lognberg og Bjørt Samuelsen, sum helst vóru væl á veg móti, ella longu høvdu fingið seinnu, skrivligu ávaringina.

Restin fylgir síðani eftir, og hava tað, ein vil kalla vanliga fráveru. Ein sjúkradag her og har, onkran tungan morgun, har mann ikki orkar upp, sjúk børn og so framvegis.

Umframt hesi, so eru trý eykatingfólk, sum hava einkultar fráverugadar, fimm tilsamans.



rogvi@sosialurin.fo



Tingfólk Frávera Fráveru % 


Fólkaflokkurin

Anfinn Kallsberg 9 9,8

Poul Michelsen 9 9,8

Jógvan á Lakjuni 0 0,0

Jákup Mikkelsen 11 12,0

Óli Breckmann 6 6,5

Heðin Zachariasen 8 8,7

Bjarni Djurholm 9 9,8


Javnaðarflokkurin

Andrias Petersen 1 1,1

Gerhard Lognberg 8 8,7

John Johannessen 15 16,3

Katrin Dahl Jakobsen 6 6,5

Eyðgunn Samuelsen 11 12,0

Hans Pauli Strøm 0 0,0


Miðflokkurin

Bill Justinussen 5 5,4

Jenis av Rana 1 1,1

Karsten Hansen 1 1,1


Sambandsflokkurin

Alfred Olsen 0 0,0

Edmund Joensen 15 16,3

Bjørn Kalsø 0 0,0

Magni Laksáfoss 20 21,7

Marjus Dam 22 23,9

Helgi Abrahamsen 1 1,1

Jaspur Vang 5 5,4


Sjálvstýrisflokkurin

Kári P. Højgaard 0 0,0

Kári á Rógvi 6 6,5



Tjóðveldi

Annita á Fríðriksmørk 4 4,3

Hergeir Nielsen 5 5,4

Bergtóra H. Joensen 10 10,9

Heini O. Heinesen 3 3,3

Sjúrður Skaale 10 10,9

Bjørt Samuelsen 9 9,8

Tórbjørn Jacobsen 0 0,0

Høgni Hoydal 17 18,5



232

fráverudagar

Hetta er samlaða talið av skrásettum fráverum millum tingfólkið. Hetta svarar til, at næstan hálvur triðji tingmaður ikki var til arbeiðis í eitt heilt tingár.