Marka – oyramerkja

Nú ein dagin hoyrdist aft­ur í ein­­um loftmiðli, at pen­ing­ur skal »oyr­a­merkj­ast« til á­víst end­a­mál. Fyri nógv­­um ár­um síðan mælti Mál­­nevnd­­in við Jóhan Hend­riki W. Pou­l­sen á odda til at nýta orð­ið »marka« fyri hetta hug­tak í føroyskum. Væl varð tikið undir við tí, men tí­verri spøk­ir danska orð­ið javn­an aftur.

Málráð
frá Orðafragd

Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum

At »oyr­a­merkja« hevur støði danska orðinum »øre­­mærke«, ið merkir »at for­syne (kreatur) med øre­mærke,« og navnorðið »øre­mærke« verður lýst so­leið­is »(ej­er)mærke paa kre­a­turs øre, dan­net ved klip ell. snit i ør­e­lappen, ved paa­ført oli­e­farve olgn.; nu især om en (paa øret anbragt) støbt met­al­knap (med numm­er­tal).«(Heimild: Ordbog over det danske Sprog).

Orð­myndin er so­statt flutt frá eginligu merk­ing­­ini, ið er at skera kenni­­merki í oyra á seyði. Hetta eitur í føroyskum »at marka«. Onk­ur­svegna kenn­­ist tað tó føroyingum ov lætt­vunnið at nýta okk­ara egna orð »marka« í hesi merk­ing. Av einihvørji or­søk stendur danska orðið sterk­­ari í huganum.

Orð­ingin »oyramerkja« er tí­v­­erri at finna á nógv­um heima­síð­um, t.d. »Áðr­enn rík­is­stuðulin varð lagdur í blokk­in, var rík­is­stuð­ul­in oyr­a­merktur til al­manna­­verk­ið, heilsuverkið og skúla­verkið.« – Her skal tað eyðsæð vera »mark­að­ur« í staðin: »Áðr­enn rík­is­stuð­ul­in varð lagd­ur í blokkin, var rík­is­stuðulin ­mar­kað­­ur til al­manna­verk­ið, heils­u­verk­ið og skúl­a­verk­ið«.

Tað ræður um at hava í huga, at eins og seyður verð­ur markaður, so verður pen­ing­ur tað eisini.