Marknagilsdepilin endaliga samtyktur

Fyrrapartin hevur løgtingið endaliga samtykt broyttu verklagslógina, ið heimilar landsstýrismanninum í mentamálum at brúka upp til 515 milliónir krónur til nýggja skúladepilin í Marknagili.

29 tingfólk vóru í tingsalinum til 3. viðgerð í morgun, og øll atkvøddu tey fyri lógaruppskotinum hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum.

Harvið er tað eitt samt løgting, ið nú stendur aftanfyri føroya størstu byggiverkætlan, ið gerst góðar 60 milliónir krónur dýrari enn upprunaliga ætlað.

Tá málið var í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum segði nevndin millum annað soleiðis:

”Fíggjarnevndin hevur av royndum staðfest, at kostnaðarætlan ikki heldur í almennum byggiverkætlanum. Tí hevur Fíggjarnevndin í samráð við landsstýrismannin í fíggjarmálum arbeitt fyri, at verklagslógir skulu umfata allar útreiðslur. Í sambandi við viðgerð av hesum málinum hevur Fíggjarnevndin sett landsstýrismanninum spurning viðvíkjandi kostnaðar- og tíðarætlanini.

Í sínum svari til Fíggjarnevndina vísir landsstýrismaðurin til svar frá ráðgevarunum. Fíggjarnevndin leggur áherðslu á, at landsstýrismaðurin skal fylgja neyvt við verkætlanini og staðiliga gera sínum ráðgevum greitt, at kostnaðarmetingin og tíðarætlanin skulu halda. Fíggjarnevndin vísir á, at málið hevur fingið eina drúgva og langa viðgerð, og heldur, at um tíðar- og kostnaðarætlanin skulu halda, er neyðugt, at arbeiðið verður sett í gongd beinan- vegin.”

Eftir ætlan verður spakin settur í hálvan apríl, og nýggi Marknagilsdepilin verður klárur at taka í nýtslu á sumri 2016.