Marni Joensen vann rennikappingina runt Agnið, sum varð hildin á Toftum leygardagin.
9 menn og 2 dreingir runnu tann umleið 10,5 km langa teinin.
Hjá monnunum legði Marni Joensen harðast út í mótbrekkuni út á Nes, meðan hinir fylgdust nøkunlunda niðaná.
Marni megnaði at økja um leiðsluna allan vegin og kom á mál í tíðini 36,42 min. Hendan tíðin má sigast at vera á "Gutta-støði", so tað verður spennandi at síggja, um Marni framyvir fær gjørt nakað við Guttorm Sørensen, ið hevur vunnið nærum allar kappingar á teimum langu teinunum seinastu árini. Hesaferð var Guttorm ikki við.
Hinir komu so við og við á mál. Tó var spennandi spurtuppgerð um 4. plássið. Olaf Olsen megnaði á teimum seinastu metrunum at taka seg fram um Kaj Olsen.
Hjá dreingjunum fall avgerðin eisini í teimum seinastu metrunum. Teir báðir Petur Meinard Magnussen og Robin Jönsson høvdu fylgst allan vegin, men tá teir komu á mál, eyðnaðist Robin at vera frammanfyri Petur Meinard.
Umstøðurnar at renna leygardagin vóru góðar. Tað var eitt lot, men í mun til vanligu umstøðurnar, regn og vind, var fínasta veður.