Martin Agnarsson og hinir í hópinum hjá danska superliga-liðnum, Viborg FF fyrireika seg í hesum døgum til kappingarbyrjanina í superliguni 21. juli.
Fyrr í dag spældi Viborg venjingardyst móti norska liðnum, Haugesund. Martin var við frá dystarbyrjan.
Haugesund vann dystin 1-0. Haugesund skoraði sigursmálið longu í sætta minutti.
Sambært Viborg Folkeblad hevði Viborg fleiri málmøguleikar, men teir tóku ikki av.
Martin Agnarsson hevur verið uttanfyri við skaða, og tí var tað gleðiligt at síggja hann i dysti aftur fyri Viborg.
Komandi mikudag klokkan 13 spælir Viborg venjingardyst móti Randers.