Matummælarin undrast á atfinningar um djórapínslu í Føroyum

Eftir eina reportasju frá einum borðhaldi á Argjum er millum annað matummælarin hjá danska blaðnum Berlingske, Søren Frank, meldaður til løgregluna.

Kendi matummælarin hjá danska blaðnum Berlingske, Søren Frank

Søren Frank, sum er matvørummælari hjá Berlingske, hevur fingið ákærur um djórapínslu eftir eina reportasju frá borðhaldi á Argjum á Føroyavigjan.

Hann er eisini meldaður til løgregluna.

Matvørummælarin undrast á atfinningarnar, sigur hann nú við Berlingske.

- Tað gerst eitt sindur torført, um tú, sum journalistur, ikki dugir at lýsa tað, tú sært. Eg vil fegin tilskila mær rættin til eisini at lýsa viðurskifti í heiminum, sum eg ikki eri fyri, sigur hann við blaðið.

Í frágreiðing í Berlingske 15. september nevnir Søren Frank eitt privat borðhald hjá einum føroyskum fiskaútflytara.

Hann lýsir millum annað, at hummari verður borðreiddur við halanum hildnum niðri í kókandi vatni, meðan talt verður til 12.

- Tá etur tú halan, meðan tú heldur í klørunum, so tær ikki bíta teg í nøsina. Tað smakkar himmalskt reint, ikki minst við nøkrum dropum av sitrón og eitt sindur av salti, stóð í reportasjuni.

Søren Frank sigur við Berlingske, at hann bert át ein jomfrúhummara, og at borðhaldið var »grænseoverskridende« fleiri ferðir á leiðini - eisini tilgerðin av jomfrúhummaranum.

Hann sigur eisini, at hann aftaná hevði ynskt, at hann hevði fráboðað, at hann ikki var fyri umrødda matgerðarhátti.

Sjónleikarin Pilou Asbæk var eisini við til borðhaldið.

Hósdagin skrivaði hann á Instagram, at hann var harmur um kjakið.

- Tað var á ongan hátt mín ætlan, at tað skuldi gerast fyri kostnaðin av mínum djóraetisku skyldum, sum tú kundi sagt, at eg kanska ov naivt deponeraði hjá kvøldsins vertum, skrivar sjónleikarin á Instagram.

Pilou Asbæk og tveir aðrir eru eisini meldaðir til løgregluna fyri djórapínslu, skrivar B.T.

Tað er Valentina Crast, sum hevur meldað teir til løgregluna. Hon er átaksleiðari hjá havumhvørvisfelagsskapinum Sea Shepherd. Hon er eisini fyrrverandi EP-valevni hjá danska flokkinum, Alternativet.

Hon kallar hendingina "sjúka, illgrunasama og pínufulla".

Føroyska løgreglan hevur váttað fyri B.T. at hava fingið fráboðan um brot á djóraverndarlógina.

 

/Ritzau/

 

 

Kendi matummælarin hjá danska blaðnum Berlingske, Søren Frank

Marni Simoesen á Argjum, sum var vertur hjá Pilou Asbæk og Søren Frank, tá teir ótu livandi jomfrúhummara, sum teir eru meldaðir fyri