Martin Wood skal hjálpa argjamonnum

Danski venjarin flytur út á Argir komandi kappingarár

Martin Wood, sum í ár var hjálparvenjari hjá 07 Vestur, fær fleiri ymiskar uppgávur í AB komandi ár. Martin legst aftur at venjaratoyminum hjá besta mansliðnum sum hjálparvenjari og fysiskur venjari. Eisini skal Martin hjálpa til á U13-liðnum.

Martin Wood kom til Føroya í fjør, tá hann var hjálparvenjari hjá B36 og høvuðsvenjari hjá teimum næstbestu hjá árstalsfelagnum. Serliga í 1. deild fekk Martin góð úrslit. AB skrivar í kunngerðini, at hetta árið fekk AB bara eitt stig ímóti teimum næstbestu hjá B36. 

Meira er at lesa á Facebook síðuni hjá AB.