Matarlist í miðbýnum

Í sambandi við Tórshavnar Matfestival leygardagin 22. august 2009 fara tríggjar matstovur í miðbýnum at borðreiða við serføroyskari matskrá um kvøldið

Saman bjóða matstovurnar eina føroyska matskrá til ein fastan prís, sum er 350 kr fyri hvønn. Prísurin fevnir um fýra rættir og øl ella vín.

Talan er um fasta matskrá, soleiðis at ikki ber til at bíleggja annan mat ella drekka hetta føroyska kvøldið á Tórshavnar Matfestivali.

Matarskráin á matstovunum er eins hetta kvøldið, soleiðis at skilja, at rávørurnar eru tær somu, men kokkarnir – matlistarmennirnir – tulka tær á sín egna hátt.

Rávørurnar eru nýflett lambskjøt úr Skálavík, netakjøt úr Suðurstreymi og Norðoyggjum, fyrtstafloks føroyskur fiskur, epli, røtur, kál, rabarbur og føroyskar kryddurtir úr bø og haga.

Føroyska kvøldið á Matfestivalinum í Havn er skipað soleiðis at tvær setur verða á matstovunum Gourmet, Hotel Hafnia og Hvonn Brasserie klokkan 18:30-20:50 og klokkan 21:10-23:00.

Hetta fyri at so nógv sum gjørligt kunnu fáa høvi at royna føroyskar rávørur millum fjals og fjøru, lyft upp á hægstu matlistarligu tindar hetta fagnaðarkvøld.

Kokkar eru John Johansen (Hvonn tel 350035), Jørn Bossen (Hafnia tel 313233) og Leif Sørensen (Gourmet tel 322525 og 217575).

Aftaná bjóðar Tórshavnar Matfestivalur matstovugestum frá Hvonn, Hafnia og Gourmet inn í Reinsaríið í Tórsgøtu at fáa nýbrent kaffi frá Brell. Har verður eisini livandi tónleikur at hoyra. Reinsaríið í Tórsgøtu letur upp kl 20:00 og heldur fram alt kvøldið, har upplivingarnar kunnu sodnast, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.