Mattias Lamhauge til danskan fótbólt

FC Fredericia boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við føroyska landsliðsmálverjan, Mattias Heðinsson Lamhauge

FC Fredericia boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við føroyska landsliðsmálverjan, Mattias Heðinsson Lamhauge. 24 ára gamli málverjin bleiv í gjár kosin til ársins málverja í føroyskum fótbólti í 2023.

 

- Vit hava gjørt sáttmála við Mattias í tvey og eitt hálvt ár. Tað er fram til summarið 2026. Hann er fyrstaval hjá B36 og á landsliðnum. Vit hava fylgt Mattiasi í longri tíð og gleða okkum, at fáa hann í hópin, har hann skal kappast við Frederik Mehder, sigur Stig Pedersen, stjóri í FC Fredericia.

 

Tað hevur leingi ljóðað, at Mattias H. Lamhauge hevur verið á veg til FC Fredericia. Tað kom tó illa við, at Mattias H. Lamhauge bleiv skaddur í landsdystinum móti Albania í novembur. Hann er nú skannaður í Danmark og niðurstøðan er, at talan er um einni minni skaða í knænum.