VIDEO: Mattias og liðfelagarnir reistu seg aftur

(Video) FC Fredericia fekk góða byrjan upp á ovara endaspælið við heimasigri á Vendsyssel FF

Landsliðsmálverjin, Mattias Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia reistu seg aftur aftaná 1-6 stórtapið fyri AaB í fyrru hálvfinaluni í donsku steypakappingini í farnu viku.

 

Fredericia tók í kvøld móti Vendsyssel FF í tí fyrsta dystinum í ovara endaspælinum.

 

Tað eydnaðist Fredericia at vinna dystin 3-1. Vendsyssel legði seg á odda longu tá 10 minuttir vóru leiktir, men bert átta minuttir seinni javnaði Fredericia til 1-1. Í seinna hálvleiki skoraði Fredericia tvey mál og tryggjaði sær harvið sigurin.

 

Mattias hevði tríggjar bjargingar, og hann kundi einki gera við málið hjá Vendsyssel.

 

HER  ber til at síggja málini.

 

FC Fredericia-Vendsyssel FF 3-1 (1-1)

 

 0-1 Carl Lange (10.),

 

1-1 Christian Gammelgaard (18.),

 

2-1 Eskild Dall (50.),

 

3-1 Mikkel Juhl (71.).

 

Fredericia er triðfremst í ovara endaspælinum við 38 stigum. AaB er fremst við 54 stigum, og Sønderjyske er næstfremst við 49 stigum. 

 

Leygardagin klokkan 12.30 verður grannauppgerð tá Fredericia spælir á útivølli móti Kolding.