Maurice Ross breyt hondina í øðini

Venjarin hjá Víkingi gongur við gips á høgru hond, tí hann bleiv í øðini í hálvleikinum

Venjarin hjá Víkingi, Maurice Ross, hevði høgru hond í gips, tá Víkingur í gjár vann 2-1 á KÍ. Skotski venjarin greiddi eftir dystin frá hví hann breyt hondina. Tað hendi í hálvleikinum í farnu viku, tá Víkingur spældi móti Suðringum.

 

- Tað er slíkt sum kann henda sum venjari. Eg smekkaði til talvuna og breyt trý bein í hondini. Tað var eitt sindur óheppi, men tað er gott við eitt sindur av tempramangi av og á. Eg var eitt sindur óður, men tú skuldi sæð talvuna, sigur Maurice Ross skemtingarsamur á málinum.

 

Hóast uppsangin í hálvleikinum endaði dysturin í farnu viku við málleysum javnleiki. Víkingur vann í gjár 2-1 á KÍ.