Mazda-open á Kambsdali

Eins og undanfarin ár skipar ÍF-Badminton fyri badmintonkapping í ítróttarhøllini á Kambsdali. Kappingin verður leygardagin 8.oktober, og verður kappast í bólkum hjá gentum og dreingjum í øllum yngru deildum.
Ætlanin er at legja kappingina soleðis til rættis, at allir luttakarar spæla nógvar dystir. Vinnarin, umframt nr. 2 og 3 í øllum aldursbólkum fáa steyp til ognar.
Freistin at tekna seg til kappinginaa er mikudagin 5. oktober 2005, og fer tilmeldingin fram hjá feløgunum kring landið.