Yvirlýsing frá MBF
Skúlin fyri øll verður ofta havdur á munni. Men hvussu er veruleikin?
Um skúlin veruliga skal vera fyri øll eisini tey við breki eru fleiri viðurskifti, ið mugu betrast.
Hesi viðurskifti kunnu í hvussu er býtast í 4 øki:
"Fysiskir karmar
Skal skúlin vera fyri øll, er neyðugt, at øll sleppa inn í skúlan og fáa ferðast um í skúlanum, eisini tey í koyristóli. Harafturat krevst, at høli eru tøk til næmingatillagaða undirvísing. Hølisumstøðurnar eru sum heild kommunal ábyrgd!
"Starvsfólkaorka
Skal skúlin vera fyri øll, er neyðugt, at hóskandi tímajáttan er tøk, soleiðis at einstaki næmingurin fær tað tilboð, honum tørvar. Hetta kann fevna um serundirvísing, eyka undirvísing, stuðulstímar, røkt v.m. Tað er umráðandi, at rúm verður fyri ymiskum fakbólkum at røkja hesar uppgávur, tí eingin fakbólkur einsamallur hevur alla vitanina. Hinvegin kann ein fjølbroyttur starvsfólkahópur geva hvørjum øðrum íblástur.
"Tilrættislegging
Skal skúlabyrjanin verða góð, er neyðugt, at skúlin í góðari tíð verður kunnaður um serliga tørvin hjá einstaka næminginum og í góðari tíð fyrireikar skúlabyrjanina og kunnar foreldrini um sínar ætlanir, soleiðis at alt er gjørt, sum gerast kann fyri at geva næminginum við breki eina góða skúlabyrjan. Henda fyrireiking umfatar sjálvsagt eisini skeið til viðkomandi lærarar.
Mong av børnunum við breki hava ikki møguleikan at fara út at spæla við onnur børn eftir skúlatíð. Tí er alneyðugt, at skúlin veitir eitt heildartilboð, soleiðis at tann stuðulsfólkaskipan, ið ansar børnunum seinnapart, verður tætt knýtt at skúlanum og kann samstarva við skúlan møguliga í somu hølum so báðir partar seta sær felags mál fyri tað einstaka barnið.
"Læraraútbúgving
Skal skúlin vera fyri øll, er neyðugt, at læraraútbúgvingin verður dagførd soleiðis, at lærarar eisini fáa kunnleika til ymisk brek og serundirvísing, teknmál og serligar læruhættir, ið kunnu nýtast til eitt nú menningartarnað. Eitt nú átti serundirvísing at verið eitt linjufak á læraraskúlanum. Alneyðugt er eisini, at lærarar fáa boðið hóskandi eftirútbúgving eftir tørvi.
Hesar hugsanir eru í samsvari við Fyrimyndarreglur um at útvega javnlíkar møguleikar fyri fólk, ið bera brek, sum Sameindu Tjóðir lýstu í 1994, og sum Føroya Landsstýrið hevur givið út á føroyskum fyri fyrstu ferð í 1999 og aftur í 2004. Í 6. reglu verður ásett, at skúlatilboð til fólk við breki eigur at vera innlimaður / integreraður partur av skúlaskipanini í vanliga skúlanum í nærumhvørvinum.
Vit eiga eisini at hava í huga, at um børn við breki eru ein náttúrligur partur av vanliga skúlanum, venja uppvaksandi ættarlið seg til, at fólk við breki eru ein náttúrligur og sjálvsagdur partur av samfelagnum.
Tí verður heitt á bæði landsmyndugleikar, kommunur og skúlaleiðslur um veruliga at gera skúlan til ein skúla fyri øll og ikki bara eins skúla fyri øll.
Yvirlýsingin varð samtykt á aðalfundinum hjá MBF, 30 mai 2006