MEGD: Afturmeldingar framúr góðar

- Afturmeldingarnar frá limafeløgunum í MEGD um fylgjaraskipanina eru ógvuliga góðar, sigur Ása Olsen, aðalskrivari í MEGD.

Tað var  mánadagin, at  nýggj fylgjaraavtala varð undirskrivað millum MEGD og Smyril Line. Undirskrivingin fór fram á brúnni umborð á Norrønu, og tað vóru tvey umboð fyri hvørjar av pørtunum, sum skrivaðu undir avtaluna. Umboðini fyri MEGD vóru forkvinnan, Tóra við Keldu og aðalskrivarin, Ása Olsen.

 

Fylgjaraskipanin hevur nú verið virkin í trý ár og nógv fólk, ið bera brek, hava havt stóran ágóða av skipanini. Ása Olsen, aðalskrivari hjá MEGD, sigur, at avtalan hevur við sær, at fólk, ið bera brek og hava fylgjarakort, fáa ein persón við sær at ferðast uttan kostnað. Í nýggju avtaluni stendur, at øll, sum eru limir í MEGD ella í einum av undirfeløgunum hjá MEGD, eru fevnd av avtaluni, sum er galdandi frá 1. mai 2018 at rokna.

 

Ása Olsen sigur, at afturmeldingarnar frá limafeløgunum í MEGD eru ógvuliga góðar, og hon vísir eitt nú á, hvat felagið Javni sigur. Javni hevur skipað fyri tí tey rópa “Javnacruise” annaðhvørt ár síðan 2007. Á seinasta túri vóru tey 75 fólk í ferðalagnum, harav 28 vóru hjálparar.

 

Aðalskrivarin vísir á, at Smyril Line gjørdist partur av skipanini í januar 2015, og á tveimum teimum seinastu cruise-ferðunum hava hjálparar tí ferðast við Norrønu uttan eykakostnað. Javni hevur víst á, at skipanin javnstillar øll ferðandi, og tað gleðast Javni og feløgini í MEGD um.

 

Ása Olsen sigur, at tey hava bert fingið positivar afturmeldingar at bera Smyril Line í samband við fylgjarakortskipanina.  Ja, tey mugu staðfesta, at afturmeldingarnar um skipanina eru framúr góðar, sum aðalskrivarin tekur til.