Á Sandoyar Meginskúla hava tey gjørt nógv burtur úr forsetavalinum í USA, har Donald Trump, sitandi forseti og avbjóðarin, Joe Biden, kappast um, hvør skal røkja forsetaembætið tey næstu fýra árini.
Tað er 9. flokkur í Meginskúlanum, sum fylgir við forsetavalinum og næst seinasta nátt, tá úrslitini byrjaðu at koma, sótu tey leingi uppi. Samstundis, sum tey hava fylgt við valinum, hava tey eisini havt hugnakvøld á skúlanum.
Her hevur tað fakliga verið samantvinnað við eitt trivnaðarátak fyri flokkin, og tað eru foreldur at næmingum í 9. flokki og lærarar við Sandoyar Meginskúla, ið hava samstarvað um at fingið hetta forvitnisliga og forkunnuga tiltak í lag.
Soleiðis, sum sæst á viðheftu myndum, hevur hetta verið serstakliga hugnaligt og læruríkt, og sagt verður av Meginskúlanum, at næmingarnir hava víst forsetavalinum stóran áhuga, samstundis sum teir halda, at nógv er komið burturúr.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##