Meinhard valdur á vikuliðið í OBOS-liguni

Tveir leikarar hjá Mjøndalen eru valdir á vikuliðið í OBOS-liguni

Meinhard Egilsson Olsen, ið skoraði sigursmálið og legði upp til eitt mál í 3-2 sigrinum hjá Mjøndalen í næstbestu norsku fótbóltsdeildini ígjár hevur fingið miklan heiður fyri avrik sítt.

 

Saman við liðfelaganum, Erik Brenden er Meinhard valdur á vikuliðið fyri 13. umfar í OBOS-liguni.

 

HER  ber til at síggja Meinhard skora og leggja upp til mál. 

 

Og her er vikuliðið fyri 13. umfar í OBOS-liguni:

 

##med2##