Meinhard var at síggja á vøllinum aftur

AC Horsens vann á Kolding, og Hillerød leikti javnt

Í seks minuttir vóru tveir føroyingar á vøllinum, tá AC Horsens á útivølli í dysti í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann 1-0 á Kolding.

 

Adrian R. Justinussen byrjaði inni fyri Horsens, og hann var skiftur út í 76. minutti. Í 70. minutti kom Meinhard E. Olsen á vøllin fyri Kolding. Talan er um fyrsta kappingardystin hjá Meinhardi í 2026.

 

Miðvallarin, Yamirou Ouorou skoraði sigursmálið hjá Horsens í 58. minutti.

 

Poul Kallsberg var á vøllinum í 61 minuttir, tá Hillerød á útivølli megnaði javnleik 0-0 móti Esbjerg.

 

Hillerød er nummar fýra við 40 stigum. Horsens er nummar fimm við 37 stigum, og Kolding er nummar seks við 34 stigum.