Víkingur Reykjavík vann á Akureyri

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir hava fult stigatal aftaná tveir teir fyrstu dystirnar

Gunnar Vatnhamar var sum vant við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Víkingur Reykjavík spældi móti KA á Greifavøllinum á Akureyri.

 

Víkingur vann dystin 2-0 við málum, ið vóru skotin seinasta korterið av dystinum. 

 

Gylfi Þór Sigurðsson legði KA á odda við einum brotssparki í 76. minutti, og 11 minuttir seinni økti Elías Már Ómarsson til 2-0.

 

Ari í Haraldsstovu sat á beinkinum, tá lið hansara, ÍBV á útivølli tapti 1-2 (1-1) fyri Vali.

 

Aftaná tvey umfør hevur Víkingur Reykjavík seks stig, meðan ÍBV bert hevur eitt stig.