Meira enn bara trupult

Undir givnu umstøðunum er talan kanska um truplastu uppgávuna nakrantíð, nú Jógvan Martin Olsen fyrireikar føroyska landsliðið til fyrsta dystin í nýggjari HM-undankapping

Fótbóltur

 

Hóast hann eisini var venjari, tá føroyska landsliðið spældi á útivølli móti bæði varða- og heimsmeistarum í seinastu undankappingini, so er uppgávan í Beograd um gjørligt enn truplari hjá Jógvani Martin Olsen og hansara monnum.

Fróði Benjaminsen, Súni Olsen, Christian Lamhauge Holst og Rógvi Jacobsen teljast allir millum tryggastu kortini í føroysku uppstillingini, og tí er talan um serstakliga tunga fráveru, nú teir ikki eru tøkir. Og tað ger tað so heldur ikki betri, at Einar Hansen og Arnbjørn T. Hansen eisini eru á skaðalistanum.

Tí er tað ikki løgið, at landsliðsvenjarin til tíðir tykist eitt sindur ivingarsamur um, hvussu hann skal blanda sær kortini, tá hann í annað kvøld klokkan 20 lokala tíð sendir sínar mans á vøllin í stóru grýtuni á Stadion Crvena Zvezda.

 

Gitingarnar

Gitingarnar kring liðuppstillingina hava eisini verið nógvar hesar dagarnar, og higar til hava venjingarnar ikki givið eina heilt greiða fatan av, hvussu uppstillingin hjá liðnum fer at síggja út.

Givið er tó, at Jákup Mikkelsen fer at verja málið. Men ein av spurningunum er, hvussu hann fer at manna ketuna frammanfyri roynda málverjan.

Í mun til dytin í Portugal er Jón Rói Jacobsen aftur tøkur, og eingin ivi er um, at hann verður í miðverjuni. Har spældi Egil á Bø ein sera góðan dyst í Portugal, og tí er ikki óhugsandi, at hann fær afturvæl. Eisini tí styrki í loftrúminum er ein mangulvøra, nú Fróði Benjaminsen ikki er tøkur. Á bakkunum stóð Jón Tór Næs seg sera væl í verjupartinum, og tí kann loysnin verða, at Jóhan Troest Davidsen verður fluttur á vinstra bakk fyri Leif Niclasen.

Á miðvøllinum røktu Atli Danielsen, Mikkjal Thomassen og Bárður Olsen verjuskyldurnar sera væl í Portugal, og tí kann væl hugsast, at talan verður um afturval. Hinvegin kann eisini hugsast, at venjarin velur at skifta ein teirra um við eitt nú Boga Løkin, um fleiri renningar skulu fáast frameftir á vøllinum. Og tá fellur valið helst á Bárð Olsen. Atli Danielsen hevur í fleiri ár verið fastur fúsur á liðnum, og hóast Mikkjal Thomassen ikki hevur so nógvar dystir á baki, so eru dygdir hansara av mest sum altavgerandi týdningi fyri eitt gott føroyskt úrslit.

Í høgra borði kundi tað verið líkt til, at Jákup á Borg vinnur sær plássið aftur frá Símuni Samuelsen, meðan tað helst verður Christian Høgni Jacobsen, sum tekur plássið í vinstru, og so er tað spurningurin um álopið.

Her stendur valið millum Andrew av Fløtum og Andreas Lava Olsen, tó at Christian Høgni eisini kann flytast niðan. Sum bóltmóttakari hevur Andrew stórar dygdir, og tá royndirnar eisini eru fleiri, enn tær eru hjá Andras Lava Olsen, er ikki óhugsandi, at Andrew fær fyrstavalið her.