ST-felagsskapurin fyri fráflytarar (IOM) veit at siga, at bardagar í afrikanska landinum Sudan hava fingið fleiri enn eina miljón fólk at flýggja úr landinum.
Hetta er hent seinastu fýra mánaðirnar, meðan vápnað stríð hevur verið millum herin í Sudan og sonevnda RSF-herin, sum áður stuðlaði stjórnarherinum.
Vit kunnu leggja aftrat, at bókstavirnir RSF standa fyri "Rapid Support Forces".
Sambært ST-felagsskapinum eru skrásett 1.017.449 flóttafólk, sum eru rýmd undan krígnum. Flestu eru farin til grannalondini, Egyptaland og Tsjad.
Harumframt eru 3.433.025 fólk í Sudan rýmd úr húsi og heimi og eru nú stødd ymsastaðni í landinum, har tey meta umstøðurnar at vera tryggari.
Tað var miðskeiðis í apríl í ár, at vápnaðir bardagar brustu á millum stríðandi partarnar.
- Stríðið stendur millum stjórnarherin undir leiðslu av generalinum, Abdel Fattah al-Burhan og fyrrverandi sameinda RFS-leiðaran, Mohamed Hamdan Dagalo.
Tað veit tíðindastovan NTB at siga í dag.
##med2##












