Meira enn helvtin ófaklærd í Suðurstreymoy

Meira enn helvtin af heimarøktarunum í Suðurstreymoy eru ófaklærdar, vísir svar frá landstýriskvinnuni í almannamálum

Tað eru fleiri ófaklærd enn faklærd fólk innan heimarøktina í Suðurstreymoy. Tað vísir svarið frá landstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen, uppá grein 52 spurning, sum Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur sett.

Sum bakgrund fyri spurningin, skrivar Rigmor Dam, at ónøgdin við viðurskiftini í Suðurstreymoy er vaksandi millum avvarandi, og at okkurt bendir á, at faklærd starvsfólk ikki trívast í øki 1, sum er Suðurstreymoy.

Svarið frá landstýriskvinnuni vísur, at fleiri og fleiri, sum arbeiða í heimarøktini í Suðurstreymoy eru ófaklærd, og at 52 % eru ófaklærd í løtuni.

Sostatt eru hevltin av teimum ófaklærdu, sum eru í starvi í dag, settar í starv fýra tey seinastu árini.