Meira í brummuni enn heima

Tann skuldsetti í málinum um byrsuhóttanina í Vágum varð í dag varhaldsfongslaður í fýra vikur

Skilið á skuldsetta hevur verið ringt seinastu tíðina. Hann hevur drukkið illa, og sjálvur tók hann til í rættinum, at hann hesa seinastu vikuna hevur sovið meira í brummuni enn heima hjá sær sjálvum.

 

Dánjal á Rana var til staðar á rættarfundinum í dag. Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum hann hevði at siga í dag, tá hann tók saman um málið.