Arbeiðsbólkur, sum arbeiðir við at dagføra Helsingfors-sáttmálan, ið er grundarlagið undir norðurlendska samstarvinum, mælir til, at samstarv um verju og trygd verður styrkt.
Ein arbeiðsbólkur hjá Norðurlandaráðnum hevur í eina tíð arbeitt við at kortleggja tørvin á einari dagføring av Helsingfors-sáttmálanum, og hetta arbeiðið heldur fram.
Roknað verður við, at tilmælið um at dagføra sáttmálan verður lagt fyri tinglimir í Norðurlandaráðnum á fundi í Reykjavík í oktober.
Tilmælið frá arbeiðsbólkinum verður væntandi, at norðurlendsku stjórnirnar seta eina nevnd at arbeiða við ítøkiligum uppskoti um nýggjan sáttmála.
Verju- og trygdarmál fylla alt meira í norðurlendska samstarvinum, og formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur lagt uppskot fram um at skipa eina norðurlendska verju- og trygdarnevnd, har tinglimir úr noðurlondum eru limir.
Orsøkin til uppskotið er, at tað finnast fleiri verju- og trygdarnevndir í norðurlondum, frágreiðingar eru trygdarmál eru gjørdar, men eingin samskipandi norðurlendsk nevnd er.
– Øll norðurlond eru nú við í NATO, og tí eiga fortreytirnar fyri einum norðurlendskum verju- og trygdarsamstarvi at vera til staðar. Vit eiga at gera felags trygdarpolitiskar greiningar um týðandi viðurskifti í Arktis, Norðuratlantshavi og í Eystrasalti, og vit eiga at styrkja nettrygdina og verjuna ímóti fleirtættaðum hóttanum, sigur Bryndís Haraldsdóttir, forseti í Norðurlandaráðnum, við norden.org.
##med2##
Mælt verður til, at norðurlendsku verjumálaráðharrarnir standa á odda fyri nýggja samstarvinum, men samstarvið eigur eisini at verða grundað í teinum ymiskum parlamentunum.
Sambært uppskotinum skal eitt nýtt verju- og trygdarsamstarv hava so breiða politiska, fakliga og fólksliga undirtøku sum gjørligt.
– Eg fegnist um, at formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur avgjørt at arbeiða víðari við tilmælunum til norðurlendsku stjórnirnar um at styrkja verju- og trygdarpolitiska samstarvið og at endurnýggja Helsingfors-sáttmálan, sigur Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum við Norden.org.