Serliga var tað Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sum so avgjørdur vildi hava alt at snúgva seg um hetta eina málið ? at Signar á Brúnni hevði brotið lógina og tí var noyddur at fara frá.
Eg havi varhugan av, at Bjørn á Heygum hevur sett nakað í gongd, sum ongan enda átti at havt, tí sum løgfrøðingur má Bjørn á Heygum vita, at tað ber ikki til at byggja eina framtíð við at ignorera fortíðina. Nei, so einfalt er tað ikki. Og hjá dómsvaldinum hevur tað altíð verið kutyma at rætta seg eftir tí, sum er farið fram frammanundan.
Sjálvandi skulu vit ikki bera í bøtuflaka við nøkrum, sum ikki er lógligt, men er hetta málið ikki meira politiskt enn løgfrøðisligt.
Bjørn á Heygum hevði dámt best, um hann ongan tjóðveldismann sá í landsstýrinum. Hugsið tykkum um nú Signar á Brúnni hevði sløkt sjónvarpskíggjan á Ólavsøku. Tað hevði verið eitt ramaskríggj yvir alt Føroya land. Hugsið tykkum um øll hesi høgt løntu ráðgevarar og embæt-isfólk eisini høvdu fingið sekkin.
Eingin logikkur
Nei, her skuldi finnast ein syndabukkur, og allir fuglfirðingar vita, at Signar er ein stak skikkiligur maður og hevur góð evni, men hetta er ikki fyrstu ferð, hann er lumpaður.
Eg vóni, at Hergeir Nielsen fær góð kort á hondina av tí, sum Bjørn á Heygum er farin út í. Og eg tori siga, at um Bjørn á Heygum heldur hetta verða eitt groft lógarbrot ? næstan sum at stjala ? at Signar á Brúnni tekur pening frá øllum Føroya fólki, og gevur øllum Føroya fólki hann aftur í hesum føri ein lýsandi skíggja, so tori eg siga, at tað er eingin logikkur í hesi somu heimastýris-skipan-arlóg sum Bjørn á Heygum sjálvur hevur skrivað ? tað stendur rimmar fast.
Hans J. Hansen