FÓTBÓLTUR: Í gjár skrivaðu vit, at NSÍ-unglingarnir høvdu vunnið gull, og í dag kunnu vit ynskja NSÍ-dreingjunum tillukku við FM-heitinum.
Teir vóru fyrrakvøldið í Gundadali, har teir vunnu 2-0 á B36. Ljósið fór, tá 20 minuttir restaðu, men liðið samdust bæði um, at tað skuldi vera endaliga úrslitið av dystinum.