Alt bendir á, at uppskotið um at broyta trúnarvingalógina fær ta neyðugu undirtøkuna Tá 36 prosent av atkvøðunum vóru taldar, høvdu 46,5 prosent atkvøtt fyri uppskotinum at broyta trúnarvingalógina.
Tað bendir á, at uppskotið fær meiri enn tey 40 prosentini, sum lógin krevur.
Fyribilstølini vísa, at 7,9 prosent av veljarunum hava atkvøtt ímóti at broyta trúnarvingalógina, og at 4,6 prosent hava atkvøtt blankt.
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, segði í kvøld, at hann er sera fegin um úrslitið av fólkaatkvøðuni um trúnarvingalógina.