Meistaradeildin kvinnur: HB vann stórsigur við Løkin

HB hevur fult stigatal aftaná tríggjar dystir

Julia Naomi Mortensen skoraði tvey mál (Mynd: hb.fo)

HB-kvinnurnar framdu eitt framúr avrik í Meistaradeildini í dag.

 

Á útivølli við Løkin í Runavík vann HB stórsigur 4-0 á NSÍ. Í steðginum var støðan 1-0. 

 

Sambært dystir.fo hevði HB sjey royndir á málið hjá NSÍ, meðan NSÍ bert hevði eina roynd á málið hjá HB. 

 

HB er fremst í deildini við fullum stigatali, níggju stigum fyri tríggjar dystir.

 

Í morgin eru tveir dystir á skránni. Klokkan 12.15 byrjar dysturin millum Víking og Skála ÍF í Sarpugerðir í Norðragøtu. Klokkan 14 byrjar dysturin millum KÍ og B36 á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. 

 

NSÍ-HB 0-4 (0-1)

 

0-1 Rúna Jacobsen (31.)

 

0-2 Julia Naomi Mortensen (55.)

 

0-3 Julia Naomi Mortensen (64.)

 

0-4 Silja Ragnarsdóttir Trier (79.)

 

Kelda: dystir.fo

 

 

 

          
          
          
          
          
          
          
          

 

 

 

Julia Naomi Mortensen skoraði tvey mál (Mynd: hb.fo)