Tað vóru tvey reyð kort í Fuglafirði

1. DEILD: Hóast heimaliðið var undirmannað, so eydnaðist tað ÍF at leggja seg á odda

Tað endaði 1-1 í Fløtugerði í Fuglafirði í dag. Hetta var annar dysturin hjá fuglfirðingum, síðani venjaraskiftið. Karl Løkin er nú venjari hjá spælarunum, sum hann inntil í fjør var liðfelagi hjá. Báðir dystirnir hava verið á heimavølli, og báðir eru endaði javnir. Í fyrra førinum endaði tað eisini 1-1. Tá var NSÍ mótstøðuliðið.

 

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og tað sá einki út hjá heimaliðnum, tá ið danski miðvallarin Ruben Møller Nielsen tíggju minuttir eftir steðgin sá beinleiðis reytt kort.

 

Men tíggju minuttir eftir útvísingina legði ÍF seg á odda. Málskjútti var Dánjal á Lakjuni, og uppleggið átti Jákup Andreas Thomsen. Hetta var triðja málið í ár hjá 35 ára gamla Dánjali á Lakjuni.

 

Tólv minuttir seinni vann TB úrtøku úr at vera yvirmannað. Málið skoraði Aron Arnholdsson, og Ali Sheik Ali átti uppleggið. Hetta var triðja málið hjá Aron Arnholdsson í ár. Hini bæði málini skoraði hann í øðrum umfari, tá ið TB vann 3-2 á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

Tá ið vanliga leiktíðin var farin, sá Bartal Einarsson Petersen gula kortið fyri aðru ferð, og so vóru tað tíggju á hvørjum liði, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

 

ÍF er á fjórða plássi við níggju stigum fyri sjey dystir, og TB er á fimta plássi við átta stigum fyri fimm dystir. TB eigur útsettar dystir ímóti FC Hoyvík á útivølli og HB á heimavølli.

 

Næsta leygardag fer TB at spæla á útivølli ímóti B71, og ÍF fer suður í Gundadal at spæla ímóti B36.