Kyndil-Stjørnan 19-25 (10-13):
Við einum feskum sigri á grannunum úr Neistanum í minninum var sjálvsálitið hjá Kyndilskvinnum í lagi, tá tær fingu vitjan av oddaliðinum. Og fyrstu løtuna av dystinum tóktist eisini, sum høvdu tær veruliga ein møguleika móti Stjørnuni.
Stjørnan tóktist hinvegin als ikki til reiðar til dystin. Ferðin var lág, og longu eftir fimm minuttum hevði Henrik Gerster sæð nokk. Hann rópti spælararnar út til time-out, men hóast hetta hjálpti eina løtu, so vildi Kyndil ikki reiðiliga gevast. Við eini væl spælandi Guðrun í Lágabø millum stólparnar megnaðu tær at toga seg aftur í dystin, og hóast Stjørnan skoraði tey bæði seinastu málini fyri steðgin, so tóktist Kyndil ikki heilt liðugt.
Skiftu ferð
Í seinna hálvleiki var tað tó eitt nógv meira tendrað meistaralið, sum kom á vøllin. Í verjuni vóru tær nógv meira á tærnum, enn tær høvdu verið, og tá ferðin í álopsspælinum varð skrúvað uppeftir, megnaðu tær ofta at spæla Kyndils-verjuna púrasta tunna.
Í eitt korter ella so koyrdi maskinarí’ið hjá Stjørnuni við fullari ferð, og hetta var eisini nóg mikið til at beina allan iva burtur. Og í so máta undirstrikaði dysturin kanska eisini, hvør størsti trupulleikin hjá Stjørnuni er. Lítil ivi er um, at talan er um besta liðið í landinum í løtuni, men í alt ov nógvum dystum hava tær havt trupulleikar við at seta seg upp til dystirnar. Hesa ferð vórðu tær tó ikki revsaðar fyri hetta, men talan kann verða um dýran lærupening, um favorittarnir ikki ansa sær nóg væl.
Fakta um dystin
Kyndil-Stjørnan 19-25 (10-13)
10 min: 4-3
20 min: 6-10
40 min: 12-16
50 min: 14-24
Málskjúttar
Kyndil: Jacklin Durhuus 7(1), Barbara Egilstrøð 3, Tordis Tróndarson 3, Randi Wardum 2(1), Lina Andriulyte 2, Bjørg Syderbø 1, Kari-Ann Petersen 1
Stjørnan: Simona Petersen 7(3), Durita Christophersen 5(2), Una Olsen 5, Joan M. Djordjevic 4, Bára Skaale Klakstein 2, Anna Kristina Samson 2
Brotskøst: Kyndil 4, Stjørnan 6
Útvísingar: Kyndil 2, Stjørnan 3
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr.