Melda tín film til Filmskvøldið 2013

Filmskvøldið 2013: Frá í dag stendur øllum filmsframleiðarum í boði, at ríka enn meir um spírandi føroyska filmsskattin.

 

Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri føroyskum filmskvøldið mikukvøldið 11. desember, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar. 

 

Frá í dag stendur øllum filmsframleiðarum í boði, at ríka enn meir um spírandi føroyska filmsskattin. Tað gera tit við at senda filmar inn til ársins tiltak, Filmskvøldið 2013, ið er sama kvøld, sum nýggi Hobbin fer um allan heim. So setið kross við 11. desember, ið heilt vist verður ársins filmskvøld. 

Tykkara ætlaða filmiska íkast verður fráboðað í telduposti til film@nlh.fo við kunning um heiti, og longd á filmi, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Freistin at melda filmin til ársins filmskvøld er úti tann 15. november.

 

Krøvini til lidna stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 28. november, eru hesi:

Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður.

Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m., tó ikki lýsingarfilm. 

Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.

 

Stuttfilmurin kann tó hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 11. desember 2012.

 

Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, form., Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, Marjun Niclasen og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Meira Blaustein, sum er listarligur leiðari á Woodstock Film Festival í USA. 

 

Geytavirðislønina á 25.000 krónur, letur Norðurlandahúsið, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt. Filmsnevndin sigur, at hon fer at leggja serligan dent á søgu, filmisk frásøgusnildi og handverk, tá dømt verður. Hina virðislønina, Áskoðaravirðislønin, sum er 15.000 krónur, letur Tórshavnar Kommuna, og her er tað møtti áskoðarin, ið sleppur av velja sín yndisfilm. 

 

Nærri kunning fæst við at venda sær til Norðurlandahúsið.