Vikuskiftið 21.-22. aug. skipar Tónleikatiltakið Teitis saman við Fimleikafelaganum Ljósið fyri familjufestivali í kommunuskúlagarðinum í havn, har tey menningartarnaðu og teirra mentan eru miðdeplinum. Navnið á fagnaðinum er Teitisfestivalurin og sipar tað til gleði, skemt og stuttleika, sum eisini er evsta endamálið við tiltakinum.
Alt millum himmal og jørð á skránni
Tað verður fyrst og fremst á tónleikapallinum, at tey menningartarnaðu fara at gera seg galdandi, m.a. verður okkara egnu M?s Blues Band og Ælabogin at framføra, umframt íslendski bólkurin »Blikandi stjørnur« og danski bólkurin ØPP (øl, pølser og popcorn). Ein listaframsýning við málning-um, sum tey menningartarnaðu hava gjørt, er eisini partur av tiltakinum. Annars verða framførslur við Angelu & Hannibal, Absalon Áargarð, búktalara, karaokepallur til teirra, ið hava hug at royna seg sum sangstjørnu og dansur í tjaldinum seinni um kvøldið.
Karmur um tiltakið er í høvuðsheitum Kommunuskúlagarðurin, men ætlanin er seta hátíðardám eitt sindur oman í býin, - hetta valdast eitt sindur av orku og fíggjarligan stuðul. Eins og á ólavsøku verður umframt tónleik og list nógv annað til undirhalds og hugna, ? har verða nevniliga køku- og bamsutombola, balónsøla, fiskibrunnur, ponyríðing, andlitsmáling, skreiði- og hoppiborgir og karusell. Eisini verður okkurt til teirra, ið ikki vilja sita við turra tonn, tí hugnalig kafé, har kaffi, te, vaflur, sodavatn, øl, tvíflísar, pylsur, poppkorn v.m. verða serverað, er eisini at finna í Kommunuskúlagarðinum hetta vikuskiftið.
Vónandi síggjast vit seinni í summar á stuttliga Teitisfestivalinum, sum vit ætla skal vera afturvendandi tiltak í august, sigur fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Fakta um Teitis Festivalin
Endamálið við tiltakinum er fyrst og fremst at skapa ein fagnað fyri menningartarnað, sum gevur teimum høvi at vera saman um tónleik og list í einum tiltaki, sum tey sjálvi eiga.
Tónleikafagnaðurin varpar ljós á menningartarnað og teirra serligu gávur, og er ein møguleiki at vísa eina aðra síðu av menningartarnaðum, enn hana vit vanliga síggja. Samstundis er hetta er eitt gott høvi hjá teirra nærmastu og øðrum at hava tað stuttligt saman við menningartarnaðum hetta vikuskifti.
Ætlanin er at fáa menningartarnað úr øllum Norðanlondum at koma til Føroyar at vitja fagnaðin, og tiltakið verður tí marknaðarført bæði í Føroyum og uttanlands. Fagnaðurin er eitt gott høvi at knýta bond millum menningartarnað í Norðurlondum, og at skapa eitt fakligt og persónligt netverk millum tey, sum dagliga arbeiða innan økið. Í sambandi við marknaðarføringina er ætlanin at hava eina búmerkjakapping og at prenta T-shirt´s við búmerkinum á. Eisini verður heimasíða við kunningartilfari gjørd.