Menninir fáa finaludyst

Tað er ikki bert kappingin hjá kvinnunum, ið verður broytt til komandi kappingarár. Eisini manskappingin verður broytt nakað.

Aðalfundurin hjá hondbóltssambandinum var tó samdur um, at kappingin hjá monnunum var góð í verandi líki, og tí er talan ikki um tær stóru broytingarnar.

Spæla um gullið og bronsuna
Spælt verður framvegis á sama hátt við einum grundspæli, har øll seks liðini spæla tvær ferðir móti hvørjum øðrum.
Síðani verður farið undir endaspælið, og vanligt hevur verið, at tá ið endaspælið er liðugt, er kappingarárið eisini liðugt, og liðið, ið endaði ovast í endaspælinum, er føroyameistari.
Men soleiðis verður ikki framyvir. Tá ið endaspælið endar, skulu tey bæði fremstu liðini spæla um gullið.
Talan verður um eina finalu, har spælt verður best av trimum dystum, og liðið, ið endar ovast í endaspælinum, hevur fyrimun av heimavølli í triðja dystinum, um neyðugt er við trimum dystum.
Somuleiðis skulu nummar trý og fýra spæla um bronsuna, og her verður sami leistur nýttur, sum finalan verður spæld eftir.