Mennirnir hjá Mikkjali eru framvegis ósigraðir eftir 13 dystir

Fredrikstad vann seg á fyrsta plássið við 1-0 sigrinum á Sogndal á útivølli

Liðið sum hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara, Fredrikstad spældi í dag á útivølli móti Sogndal í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Fredrikstad vann dystin 1-0. Sigursmálið skoraði Riki Alba tá 69 minuttir vóru leiktir av dystinum. 

 

Jóannes Bjartalíð var á vøllinum í 88 minuttir áðrenn hann var skiftur út. 

 

Fredrikstad eru ósigraðir aftaná 13 teir fyrstu dystirnar í kappingini. Teir hava seks sigrar og sjey javnleikir, og teir eru fremst í deildini við 25 stigum. 

 

Kongsvinger kann tó taka oddasessin aftur um teir vinna útidystin á Moss á útivølli. 

 

Fredrikstad hevur bert latið seks mál inn í 13 dystum. Hinvegin hava teir bert skotið 13 mál higartil. 

 

Rógvi Baldvinsson spældi allan dystin, og Noah Mneney fekk teir seinastu 10 minuttirnar á vøllinum, tá lið teirra, Bryne vann ein sera týdningarmiklan 1-0 sigur á Hødd á útivølli.

 

Andreas Dybevik skoraði sigursmálið hjá Bryne upp á brotsspark, tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Bryne er fjórðaftast í deildini við 13 stigum. Bryne er bert trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, og tí kom sigurin í dag sera væl við.

 

Undan dystinum í dag hevði Bryne tapt fýra dystir á rað.