Mynd: Norsk Maritimt Museum

Mentanardýrgripir funnir á 600 metra dýpi

- Vørurnar, sum eru frá miðskeiðis í 1700-talinum, eru helst bílagdar av vælbjargaðum fólki í Noregi og í Norðurevropa, men komu ongantíð fram til sínar keyparar

 

Mynd: Norsk Maritimt Museum

Í 1700-talinum fórst eitt skip, fylt við kinesiskum postalíni, ljósakrónum, gløsum og ymiskum øðrum mentanardýrgripum á 600 metra dýpi í Skagerak.

 

Sagt verður, at dýrgripirnir eru serstakliga væl varðveittir, harav onkrir framvegis liggja í kassum umborð í skipinum, sum sakk miðskeiðis í 1700-talinum.

 

Fleiri av lutunum eru longu fingnir upp av havsins botni og eru nú í varðveitslu á Norsk Maritimt Museum í Oslo.

 

Dýrgripirnir verða mettir millum best varðveittu av sínum slag í Norðurevropa.

 

Lutir av aldargamla skipsvrakinum eru tiknir upp av havsins botni við einum minikavbáti.

 

- Hesir dýrgripir eru ikki bara sensationellir, men teir hava eisini vísindaligan týdning. Teir geva okkum virðismiklan kunnleika um norska og norðurevropeiska siglingarsøgu.

 

Tað sigur norski veðurlags-og umhvørvisráðharrin, Andreas Bjelland Eriksen, sum heldur, at lutirnir eisini kunnu fáa stóran týdning fyri fornfrøðiliga gransking.

 

- Vørurnar eru helst bílagdar av vælbjargaðum fólki í Noregi og í Norðurevropa, men komu ongantíð fram til sínar keyparar, leggur hann aftrat.

 

Lesið meira um hetta á hesi leinkju - 

 

https://www.tv2.no/nyheter/kinesiske-kulturskatter-funnet-pa-600-meters-dyp/18897856/

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Norsk Maritimt Museum

Mynd: Norsk Maritimt Museum