Eitt sindur seinkað, men nú er tað komið. Nýggja mentanarritið Bragi, ið viðger bókmentir og mentan í breiðum týdningi, kann nú fáast til keyps í leysasølu í bóka- og blaðsølunum kring landið. Føroysku útisetarnir, René Hjelm og Firouz Gaini geva ritið út, og tað kostar 56 krónur.
Í Føroyum eru nógv virkin listafólk, ið arbeiða innan at kalla allar listagreinir. Somuleiðis eru nógvir føroyskir, ið hava áhuga fyri listaspurningum. Men síðani mentanarritið Brá hvarv úr føroyska mentanarheiminum, hevur tørvur verið á einum tíðarriti, ið viðger mentanarspurningar burturav, og sum roynir at skapa samband millum listafólk, yrkislærd og onnur áhugað, til tess at íbirta orðaskifti og kjak um fagurfrøðiligar spurningar.
Mentanartíðarritið Bragi er ein roynd at bøta um hetta. Ætlanin er, at Bragi skal vera ein miðil, sum vendir sær til ein breiðan lesaraskara til kunningar um tað týdningarmesta, sum hendir á føroyska mentanarpallinum. Tað inniheldur dygdargóð ummæli og greinar skrivaðar av føroyingum, sum dagliga fáast við mentan og bókmentir, og ritið skal sostatt vera staðið, har ymisk sjónarmið kunnu roynast og sammetast við onnur.
Gott støði at byggja á
Bragi roynir bæði at finna tað serstaka í mentan okkara, og at seta serføroysku mentanarfyribrigdini inn í eina størri, norðurlendska og evropeiska heild.
Tíðarritið er grunað á ta hugsjón, at ein og hvør fólkamentan mennir seg best við upplýsing og samrøðu, og at samskifti millum fleiri partar ofta føðir nýggjar tankar og óvæntað hugskot.
Bragi hevur ikki peningaligan vinning í hyggju og er óheft politiskt. Heitið á ritinum stavar úr norrønu gudalæruni. Bragi var sonur Óðin og var gudur fyri orðasnildi.
Bragi kostar 56 krónur í leysasølu og 45 krónur eintakið hjá haldarum. Ritið hevur longu fingið fleiri haldarar, men ritstjórarnir vóna, at fleiri tekna seg.
Ritstjórarnir hava gott støði at byggja á fyri at fara í holt við hesa útgávuna. Firouz Gäini er nýliga útbúgvin antropologur, og René Hjelm lesur bókmentavísindi á universitetinum í Keypmannahavn.
Í fyrsta eintakinum er grein eftir Jógvan Isaksen um ummælaravirksemið í Føroyum, grein eftir Maluna Marnersdóttir um føroyska bókmentagransking gjøgnum tíðina, og samrøða við sjónleikarkvinnuna Hildigunn Eyðfinsdóttir, sum Firouz Gäini skrivar. Ummæli av bókum, eitt nú av Lítla Rúminum eftir Onnu Mattsson, sum Andrias Justesen hevur skrivað, og fastir teigar sum til dømis "Bókin kring heimin", har hugt verður nærri at bókmentarákinum í einum ávísum landi.
Næsta eintakið av Braga kemur væntandi út um mánaðarskiftið februar-mars.