Munagóðar peningagávur og heiðurslønir til føroysk mentafólk hoyra til heldur sjáldsomu hendingarnar á føroyska mentanarpallinum. Tí var tað ein forkunnug løta, tá heili fimm føroysk mentafólk, umframt heiðurin, fingu hvør sín gávukekk á 35.000 krónir, tá M.A.Jacobsens virðirlønirnar og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs vórðu handaðar í Mullers Pakkhúsi í gjár.
Skarað framúr
Uttan iva fullu virðislønirnar eisini á eitt turt stað, tí sum teknarin Hanni Bjartalíð lat heilsa úr Finlandi, tá hann fekk Barnabókaheiðurslønina
- Nú byrjar tað at líkjast eini mánaðarløn.
Eisini rithøvundurin Marjun S. Kjelnæs, ið eisini fekk heiðurslønina fyri barnabókmentir, minti á, at tað ikki er nokk, bara at frøast um slík avrik, tí uttan peningaligan stuðul og góðar arbeiðsumstøður ber illa til hjá rithøvundum og øðrum at halda á við sínum arbeiði.
Annars var løtan í Mullers Pakkhúsi eisini eitt fínt høvi at minna á, hvørji mentanar avrik hava skarað framúr á føroyska mentanarpallinum hetta seinasta árið.
Umframt Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar Býráðs, vóru eisini tær tríggjar M.A. Jacobsens virðislønirnar handaðar í gjár.
Tað gjørdist Sólrun Michelsen, sum fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir fyri bókina Tema við slankum, meðan M.A Jacobsens virðislønin fyri yrkisbókmentir fór til Hanus Kjølbro fyri bókina Veðurlæra. M.A. Jacobsens virðislønin fyri mentanaravrik fór í ár til Onnu Kirstin Thomsen fyri hennara virksemi í bygningunum hjá kongaliga einahandlinum á Tvøroyri