Í dag, hin 24. februar, eru trý ár liðin, síðan Russland leyp á Ukraina, og júst í dag eru fleiri ríkisleiðarar komnir til ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.
Millum teir 12 ríkisleiðararnar, eru eitt nú norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sum saman við øðrum norðurlendskum ríkisleiðarum er komin við toki úr Póllandi til Kyv í morgun.
Tey, sum vóru í tokinum saman við norska forsætisráðharranum, vóru eitt nú danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson og íslendski forsætisráðharrin, Kristrún Mjöll Frostadóttir.
Tað eru júst trý liðin, síðan Russland leyp á ukrainska høvuðsstaðin og royndi at reka ukrainsku stjórnina og forsetan, Volodymyr Zelenskyj, frá valdinum, men hetta hevur higartil ikki eydnast russum.
Lesið eisini: Trý ár síðani Russland legði á Ukraina
Tað var longu í 2014, at russiski herurin leyp á Krim-hálvoynna og partar av fylkjunum, Luhansk og Donetsk, har eysturi í Ukraina. Seinni hevur Ukraina so tikið seg inn í russiska Kursk-landslutin, har landið hevu sitði á einum øki, sum er á leið støddina av Føroyum.
Ukraina situr í dag á einum nakað minni parti av hesum øki, men tað hevur higartil ikki eydast russiska herinum at rikið ukrainska herin úr aftur Russlandi.
Seinastu tíðina hevur nýggi amerikanski forsetin, Donald Trump, funnist at ukrainska forsetanum, og hann hevur eitt nú rópt Volodymyr Zelenskyj einaræðisharra, men her eru evropeisk lond slett ikki samd.
Eftir trimum árum í kríggi móti russiska hersetingarvaldinum, er Ukraina í undantaksstøðu, og tískil kann forsetaval ikki haldast í landinum.
##med2##
Í dag hevur fyrrverandi Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sum í dag er norskur fíggjarmálaráðharri, lagt eina mynd út av sær sjálvum og ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, har teir báðir fevnast.
- Vit gjørdu alt, vit kundu fyri at forða Russlandi at keypa á Ukraina, men eftir at Russland leyp á, hava vit stuðlað Ukraina í framhaldand at vera eitt frælst og demokratiskt land, skrivar Jens Stoltenberg á Instagram.
Fyrrverandi Nato-aðalskrivarin sigur, at framtíðin hjá Ukraina er bara teirra, men samstundis liggur teirra lagna bæði í egnum og okkara hondum. Vit mugu gera tað, vit kunnu fyri at stuðla teimum hvønn einasta dag.
Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi í morgun.
Sí myndarøð á hesi leinkju - https://www.in.fo/news-detail/myndir-try-ar-sidani-russland-legdi-a-ukraina