Mest hevur brúkt broyttu kunngerðina

Síðani útlendingakunngerðin bleiv broytt, hevur Mest fngið 15 útlendskar handverkarar hendanvegin.

Tá útlendingakunngerðin bleiv broytt fyri einum mánað síðani, so tað bleiv lættari hjá føroyskum arbeiðsgevarum at fáa fatur á útlendskum handverkarum, segði stjórin á Mest, at fyritøkan ætlaði sær at brúka tær nýggju reglurnar.

 

Tað hevur Mest eisini gjørt. Mouritz Mohr, stjóri, sigur, at tey hava fingið 15 útlendskar sveisarar til Føroya at arbeiða eftir teirri nýggju útlendingakunngerðini. Hann hevur fyrr sagt, at broytingin fór at gera skipasmiðjuna betri kappingarføra mótvegis útlendskum skipasmiðjum.

 

Mest hevur í fleiri ár havt ein fastan hóp av polskum sveisarum og stálskipasmiðjum. Teir hava arbeitt her við arbeiðsloyvi og verða løntir eftir føroyskum viðurskiftum. Tá Mest smíðaði tvey veitingarskip til Pf. Thor, varð ein serligur lønarsáttmáli fingin í lag, men hann var bara galdandi fyri tey skipini og er ikki brúktur síðani, sigur Mouritz Mohr.

Í løtuni hevur Mest umleið 15 polskar handverkarar í arbeiði, og skipasmiðjan hevur úr at gera á øllum deildum.