Meta hevur gjørt eina milliardasemju við fleiri amerikanskar statir og øki í einum máli um sosialar miðlar og bundinskap millum børn og ung.
Semjan er gjørd við tilsamans 52 løgmálaráðharrar úr amerikonskum statum, sjálvstýrandi økjum og høvuðsstaðarøkinum District of Columbia.
Sambært rættarskjølum, sum tíðindastovan Reuters hevur fingið innlit í, kann Meta koma at rinda upp í 16,7 milliardir dollarar. Tað svarar til umleið 107 milliardir danskar krónur.
Semjan skal tó góðkennast av rættinum, áðrenn hon kann koma í gildi.
Kalifornia, sum er fólkaríkasti staturin í USA, fær sambært Reuters 2,2 milliardir dollarar.
Ákært fyri at gera børn bundin at pallunum
Í málinum hava 29 amerikanskir statir ákært Meta fyri tilvitað at hava ment Facebook og Instagram soleiðis, at børn og ung gerast bundin at pallunum. Felagið er eisini ákært fyri at savna inn persónsupplýsingar um børnini.
Meta noktar seg sekan og viðgongur heldur ikki í semjuni at hava gjørt nakað skeivt.
Um rætturin góðkennir semjuna, skal felagið kortini seta fleiri nýggj tiltøk í verk fyri at verja børn og ung.
Foreldur skulu fáa fleiri amboð til at hava eftirlit við nýtsluni hjá børnunum. Samstundis verða tannáringar stongdir úti frá Facebook og Instagram millum midnátt og klokkan seks á morgni lokala tíð.
Tannáringar skulu heldur ikki longur síggja, hvussu nógv dámingar og viðbrøgd teirra uppsløg fáa.
Tíðarmørk og steðgur fyri fráboðanum
Rob Bonta, løgmálaráðharri í Kalifornia, sigur, at semjan fer at broyta munandi, hvussu Facebook og Instagram virka mótvegis børnum og tannáringum.
– Verður semjan góðkend av rættinum, fara broytingarnar millum annað at fevna um daglig tíðarmørk, steðg fyri fráboðanum í skúlatíð, forboð móti nýtslu um náttina og forboð móti vandamiklum filtrum, skrivar hann á X.
Meta skal eisini gerast betri ført fyri at finna og strika brúkarar, sum eru yngri enn 13 ár.
Tiltøkini verða sett í verk í teimum amerikonsku statunum og økjunum, sum eru partar av semjuni.
Heitir á TikTok og YouTube
Meta kallar semjuna eitt týdningarmikið stig og heitir samstundis á TikTok og YouTube um at seta líknandi tiltøk í verk.
Meta eigur og rekur millum annað Facebook, Instagram, WhatsApp og Messenger. Tænasturnar hjá felagnum hava tilsamans umleið tríggjar milliardir brúkarar kring heimin.
Adam Mosseri, ovasti stjóri í Instagram, greiddi týsdagin frá í rættinum. Har noktaði hann fyri at hava biðið starvsfólk halda negativar upplýsingar um pallin frá almenninginum.
Eisini var væntað, at stjórin í Meta, Mark Zuckerberg, skuldi greiða frá í málinum.
Kelda: Ritzau, Reuters og AFP











