Meti meg ikki at vera innhabilan

? At Alfred Petersen umboðar gentuna og vit starvast í sama virki, meti eg ikki ger meg innhabilan, tí persónarnir eru mær fullkomiliga óviðkomandi. Eg hugsi um prinsippir og fordømi, sigur Bjørn á Heygum, sum annars ikki sigur seg verða nøgdan enn, tó at John Petersen nú er farin í farloyvi

? Hvat stendur Anfinn Kallsberg fyri? Skal hetta verða galdandi framyvir? Nei, eg eri ikki nøgdur enn, tí tað sum Anfinn Kallsberg hevur sagt í málinum, stendur við enn, og løgmaður er úti á sera djúpum vatni.

? John Petersen sum persónur er mær líkamikið, men tað sum eg havi ført fram, eru prinsippini í málinum, at maður kann vera skuldsettur og kortini halda fram í so tíðandi starvi. Hetta er ikki tað sama sum at siga, at eg havi nakað ímóti John Petersen, tvørturímóti.


Ikki innhabilur

Orðini eigur Bjørn á Heygum nú eftir at John Petersen hevur boðað løgmanni frá, at hann er farin í farloyvi, meðan málið móti honum verður kannað. Og orðini koma eftir spurningin, um Bjørn á Heygum nú er nøgdur, sum hann ikki er.

Og til spurningin, um Bjørn á Heygum ikki kann sigast at vera innhabilur, tá Alfred Petersen, starvsfelagi hansara í sama virki, er advokatur hjá gentuni, sum sigur seg verða neyðtikna nú trý ár aftaná, svarar Bjørn á Heygum, at tað er hann ikki.


Loyvt at úttala seg

Hann er ikki so braneggjaður at svara, tá hesin spurningur verður settur honum, men hevur meiri hug at tosa um kriteriir og prinsippir, sum hann eisini hevur skrivað nógv um seinastu tíðina.

? Vit mugu kunna úttala okkum í hesum landi, uttan at alt millum himmal og jørð verður slongt okkum afturímóti, leggur Bjørn á Heygum aftrat og endurtekur orðini um, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur sagt, at ein maður skal ikki leggja frá sær, fyrr enn hann er dømdur, og hetta er sera óheppi av løgmanni at hava sett sum fordømi.