Tríggjar umskipanir verða í SVM-stjórnini, og hetta snýr seg um tríggjar sitandi stjórnarlimir.
Rasmus Stoklund, skattamálaráðharri, verður útnevndur sum ráðharri í útlendinga- og integratiónsmálum.
Útlendinga- og integratiónsráðharrin Kaare Dybvad Bek verður útnevndur sum vinnumálaráðharri.
Og vinnumálaráðfrúan Ane Halsboe-Jørgensen verður sett sum skattamálaráðfrú.
Tað skrivar Forsætismálaráðið í tíðindaskrivi.
/Ritzau/