Tíðindaskriv
Á aðalfundinum hjá Ísraelsfelagnum sum var hildin á Hotel Hafnia tann 27.04.03 hevði Símun Absalonsen sera áhugaverdan fyrilestur við heitinum »Miðeystur og vit«.
Fyrilesturin lýsti grundleggjandi spurningin millum kristindómin, jødadómin og islam.
Ísraelsfelagið vónar, at Símun kann halda henda sama fyrilestur aðrastaðni kring landið. Ísralsbólkurin úr Gøtu sang hebraisk og føroysk løg.
Í samband við nevndarval fóru onkrar smáar broytingar fram - í nevnd vóru vald:
Svenning av Lofti, formaður
Maigun Solmunde, næstformaður
Brynhild Poulsen, skrivari
Álvur Kirke, kassameistari
Poul Johan Djurhuus, nevndarlimur
Rikka Øregaard, eykalimur, Sámal Bláhamar, eykalimur